Lóður byrjaði í sambandi við verkætlanir á Århus Universiteti. Tørvurin á føroyskum hagtalstilfari er ovurstórur, og hetta sannaðu vit skjótt., tá farið varð undir at arbeiða við føroyskum búskapi og hagtølum. Tað er neyvan sannlíkt, at umstøðurnar hjá almennu hagtalssavnarunum fara at betrast munandi í bræði, og tískil er neyðugt troyta aðrar leiðir.
Hagtalstilfar og greiningar eru av størsta týdningi, um eitt samfelag skal menna seg. Eins og við einari fyritøku, sum hevur fyri neyðini at kenna sínar kundar, so er eisini neyðugt í samfelags høpi at vita so nógv sum gjørligt um viðurskiftini hjá borgarunum.
Arbeiðið hjá Lóður er skipað í verkætlanum, har neyðugi vísindaligi førleikin verður knýttur afturat hvørjari verkætlan. Lóður ger kanningar og greiningar av øllum sløgum. Fremsta raðfestingin er strembanin eftir at fáa eitt munandi størri grundarlag fyri hagtølum, soleiðis at greiningar kunnu gerast av týðandi viðuskiftum.
Ábyrgdina fyri Lóður hava Heri Joensen og Heri á Rógvi.
Navnið Lóður er valt, tí týdningurin gevur eina greiða ábending um, hvørji virði liggja handan virksemið hjá okkum. Umframt tí mest kendu merkingina av orðinum, krút, so merkir Lóður grøði, ávøkstur og vælferð. Harumframt var Lóður ein Norrønur gudur, ið skuldi taka eftir teimum fyrstu menniskjunum.