Nýggj nøgdsemiskanning í Tórshavnar kommunu vísir millum annað, at borgararnir velja eldraøkið og fólkaskúlin, tá teir verða bidnir um at raðfesta, hvørji øki fíggjarliga skulu raðfestast.
Hetta er eitt av mongu úrslitinum í nøgdsemis og trivnaðarkanning, ið Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu. Triði hvør borgari eldri enn átjan ár varð spurdur. Heili 39,2% svaraðu spurnarblaðnum, og hetta er eitt sindur meira enn við líknandi kanningum í Danmark.
Kanningin vísir eisini, at tá hugt verður nærri at úrslitinum við hagfrøðiligum amboðum, so kemur undan kavi, at størstu ávirkanina á samlaða nøgsemi hjá borgarunum er samskiftið við kommununa. Sum heild eru tað tey bleytari økini, sum vísa seg at hava størstan týdning..
Kanningin fer víða um. Hugt verður eftir barnaansing, eldraøki, fólkaskúla, ferðslu og samband við kommununa og mentan og umhvørvi.
Ein tílík kanning kann nýtast til nógv endamál. Har ber eisini til at gera nógvar niðurstøður. Hetta er fyrstu ferð, at ein tílík kanning verður gjørd í Føroyum. Tílíkar kanningar eru ógvuliga vanligar í øðrum Norðanlondum, har kanningar hava stóran týdning fyri, hvør politikur verður rikin, og fjarstøðan millum borgara og kommunu minkar.