Seinastu árini hevur starvsfólkarøkt og menning vundið upp á seg. Hetta hevur eisini ávirkað rákið innan kanningarvirksemi. Starvsfólkakanningar teljast í dag millum mest vanligu kanningarnar, men tær teljast eisini millum tær mest truplu at gera.
Endamálið við starvsfólkanningum er at skapa betri trivnað, meira effektivar mannagongdir og harvið eina betri vøru til kundarnar. Slíkar kanningar slóðað aloftast fyri, at trivnaðurin hækkar munandi, og harvið verður lættari at skipa arbeiðið í framtíðini og lættari verður at fáa skikkaði nýggj starvsfólk.
Nógv vísindaligt virksemi hevur hesi seinnu árini verið gjørt kring starvsfólkanningar. Tað hevur stóran týdning, at starvsfólkið kennir, at kanningarnar verða gjørdar til teirra fyrimun. Hetta er eisini ein góður háttur hjá fólki at venja seg við, at skipað hagtalstilfar regluliga verður innsavnað – til fyrimuns fyri allar partar.
Fleiri fyritøkur velja at seta á stovn umfatandi skipanir fyri at tryggja starvsfólkanøgdsemi og menning. Tað eru tó langt frá øll, ið hava umstøður at seta slíkar skipanir á stovn, tí neyðugt er at fyrireika hetta gjøllað.
Til ber at gera kanningar til allar fyritøkur og stovnar, har støðið verður lagt eftir tørvinum og støðuni hjá teirri einstøku fyritøkuni ella stovninum.