Brúkarakanningar eru eitt sera væl egnað amboð, at betra um tær tænastur, ein fyritøka ella stovnur veitir. Hetta ger seg serliga galdandi innan eitt nu almennar tænastur, har brúkarakanningar kunnu vera við til at kortleggja tey krøv og tað, ið brúkarin væntar av ein tænastu.
Hetta kann vísa á, um tað er samsvar millum raðfestingarnar hjá einum stovni ella fyritøku og ynskini hjá brúkaranum - og hvar tað ikki er samsvar millum raðfestingina og ynski. Tað er ímillum hesi, at nøgdsemi verður til – og størri vinningur kann skapast fyri bæði fyritøku og brúkara.
Hesar kanningar geva eina virðismikla vitan um, hvussu brúkarin upplivir tað tænastu sum veitt verður, og harvið er hetta eitt sera gott amboð til at gera eftirmetingar og at máta ávirkanina av verkætlanunum, ið settar eru í verk.
Brúkarin verður her tikin við í, hvussu tænastan skal síggja út í framtíðini. Hetta merkir, at við at kenna brúkaran, kann ein raðfesta soleiðis at ein betri tænasta kann veitast innanfyri sama fíggjarkarm.